Stór norðurlendsk fakfelagsráðstevna í Føroyum

Stór norðurlendsk fakfelagsráðstevna í Føroyum
Umleið 100 umboð fyri fakfelag hjá kommunalum starvsfólkum í Norðurlondum hava ráðstevnu í Føroyum í næstu viku.
 
22.04.2016 - 15:26

Starvsmannafelagið er í næstu viku vertur fyri ráðstevnunu, har umleið  100 umboð fyri fakfeløg hjá kommunalum starvsfólkum í Norðurlondum luttaka. Heitið fyri stevnuna er spurningurin: Fakfelagsrørslan móti 2025 - aftur til limirnar?"

Á ráðstevnuni fara umboðini fyri fakfeløgini at kjakast um hvussu fakfeløgini møta framtíðar avbjóðingunum á arbeiðsmarknaðinum.

Fakfelagsrørslan í Norðurlondum stendur fyri stórum avbjóðingum. Feløgini missa limir, arbeiðsloysi hóttir, alt meðan alment virksemi alsamt verður privatiserað og útveitt. Samstundis er tað ein sannroynd, at almenna virksemid verður  meira talgilt og tað merkist á arbeiðsmarknaðinum. Roknað verður soleiðis við, at annaðhvørt arbeiðspláss í heiminum fer at verða talgilt innan 2025, skrivar Starvsmannafelagið.

 

Norðurlendska ráðstevnan verður sett í ovurmorgin, sunnudagin, í auditorinum í nýggja fakfelagshúsinum Smæruni hjá Starvsmannafelagnum í Havn, sum er um at verða liðugt umbygt. 

Men sjálv ráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum, og endar um miðdagsleitið mikudagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189