Norðurlendsk ráðstevna fyri fakfeløg sett í dag

Norðurlendsk ráðstevna fyri fakfeløg sett í dag
Ráðstevnan skal viðgera akuellar avbjóðingar innan norðurlendsku fakfelagsrørslunar hjá teimum alment settu
 
24.04.2016 - 12:57

Umleið 100 umboð fyri fakfeløgini hjá alment settum í øllum norðurlondum eru komin til Føroyar at kjakast um, hvørjar størstu avbjóðingarnar eru hjá alment settum og fakfeløgum teirra. Tað er nordisk Tjenestmannsråd, ið hevur 340.000 limir, sum skipar fyri og Føroya størsta fakfelag, Starvsmannafelagið er vertur. Súni Selfoss er formaður í Starvsmannafelagnum.  

Sambært nýggja formanninum í Starvsmannafelagnum missa feløgini limir, arbeiðsloysi hóttir, alment virksemi verður privatiserað og útveitt. Samstundis er tað ein sannroynd, at alt meira av almenna virkseminum verður talgilt og tað merkist á arbeiðsmarknaðinum. Roknað verður soleiðis við, at annaðhvørt arbeiðspláss í heiminum fer at verða talgilt innan 2025.


Fakfeløgini hava seinnu árini mist bæði vald og limir. Fría fakfelagsvalið var staðfest í Hægstarætti og fríi rætturin at stovna eitt nýtt fakfelag hevur elvt til harða kapping millum fakfeløgini um limirnar. Hetta stríðið er tó ongantíð av álvara komið til Føroyar. 

 
Norðurlendska ráðstevnan fyri fakfeløg verður sett í dag av Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum og endar 27. apríl. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044