Ein miljón liva undir hungursmarkinum í Bretlandi

Ein miljón liva undir hungursmarkinum í Bretlandi
Av teimum eru 312.000 børn. Tað vísir kanning, sum hjálparfelagskapurin, Joseph Rowntree Foundation, hevur gjørt
 
29.04.2016 - 11:09

Frágreiðingin vísir á, at tey sum eru ringast fyri er tilflytarar, men tey flestu eru kortini fødd í Bretlandi.

Størstu orsøkirnar til fátækradømið eru skuldarbyrða, lágar almannaveitingar og høgir prísir, stendur í frágreiðingini.

Tilflytarar fáa lágar veitingar og  teir hava eisini trupult við at finna arbeiði.

Svong og køld

Sambært kanningini eru fólk í 668-túsund heimum rakt av fátækradømi, og talan er um 1 miljón og 252-túsund fólk.

Serliga illa stendur til hjá monnum sum eru millum 25 og 34 ár.

76 prosent av teimum spurdu svara, at tey javnan ikki eta døgurða um kvøldið, so børnini kunnu fáa nóg mikið at eta. Og 56 prosent av teimum spurdu siga, at tey ikki megna at halda húsini heit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835