Upplýsingar um sjúklingar kunnu hvørva

Upplýsingar um sjúklingar kunnu hvørva
Upplýsingar hjá føroyskum sjúklingum, ið fáa viðgerð í Danmark, kunnu detta niðurímillum, tí føroyingar og danir hava hvør sína skipan við p-tølum
Vandi er fyri, at upplýsingar hjá føroyskum sjúklingum, sum fáa viðgerð í Danmark, detta niðurímillum, tí føroyingar og danir hava hvør sína skipan við p-tølum og CPR-tølunum
 
13.05.2016 - 13:17

Vandi er fyri, at upplýsingar hjá føroyskum sjúklingum, sum fáa viðgerð í Danmark, detta niðurímillum, tí føroyingar og danir hava hvør sína skipan við p-tølum..

Tað stendur í einum yvirliti yvir forðingar, ið eru millum Føroyar, Grønland og Danmark, sum danska sosial- og innlendismálaráðið hevur gjørt.

Tá føroyskir sjúklingar fara niður at fáa viðgerð, fáa teir eitt sonevnt "erstatsningpersónsnummar," tí teir ikki hava danskt p-tal.

Upplýsingar kunnu fara fyri skjeytið

Tá føroysku sjúklinganir verða útskrivaðir, fara útskrivingarbræv og upplýsingar um heiligvág ikki av sær sjálvum til talgildu føroysku journalskipanina, tí henda ikki kann taka ímóti upplýsingum, tá persónummarið er ókent.

Tí er vandi fyri, at upplýsingar detta niðurímillum, tá sjúklingurin verður útskrivaður, og tað kann hava týdning fyri tryggleikan hjá sjúklinginum, tí læknar hava ikki sjálvvirkandi atgongd til eyka upplýsingar um laboratoriukanningar.

Tá sjúklingarnir so aftur verða innlagdir í Danmark, fáa teir eitt nýtt nummar, og tí eru allar journalupplýsingar ikki neyðturvuliga tøkar. Tá er aftur vandi fyri, at upplýsingar fara fyri skjeytið.

Tí er eisini vandi fyri, at sjúklingurin hevur fleiri journalir, stendur í yvirlitinum. Grønlendskir sjúklingar hava ikki trupulleikan, tí teir hava danskt CPR-tal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687