Meira inn í avgjøldum

Meira inn í avgjøldum
Landskassin fekk 1,3 mió. kr. meira í avgjøldum fyri bensin og 2,8 milliónir meira fyri diesel til 1. mai í ár enn í fjør
 
06.06.2016 - 08:07

Samgongan hækkaði punktgjaldið á bensini 30 oyru og 25 oyru á dieselolju á nýggjárinum.

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, spurdi Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, hvussu nógv hækkaðu avgjøldini hava kostað bileigarum í ár.

SÍ EISINI Dýrari brennievni kann fíggja aðrar útreiðslur

Greitt er, at landskassin hevur fingið góðar fýra milliónir meira í ár, men innflutningurin var ikki tann sami sum í fjør.

Í ár komu 800.000 litrar av bensini minni, men tríggjar milliónir litrar meira av dieselolju til Føroya. Ein litur av bensini kostar 16 oyru meira nú enn 18. september í fjør.

Men ein litur av dieseli er 15 oyru bíligari nú. Skattanevndin, sum landsstýriskvinnan setti í síðstu viku, skal eisini viðgera avgjøldini á brennievni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115