Barnaverndartænasta fingið álvarsliga átalu

Barnaverndartænasta fingið álvarsliga átalu
Løgtingsins umboðsmaður hevur givið eini barnaverndartænastu átalu fyri handfaringina av einum máli um ættleiðing av einum barni
 
09.06.2016 - 16:17

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið eini barnaverndartænastu eina álvarsliga átalu. Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um viðgerðina hjá eini barnaverndartænastu.

Talan var um eina kvinnu, sum var við barn, ið hevði gjørt avtalu við eini hjún, sum búðu uttanlands, um, at tey skuldu fáa barn hennara við føðing og seinni ættleiða barnið.

Málið varð ikki handfarið nøktandi

Barnaverndartænastan metti ikki, at talan var um eitt barnaverndarmál og lokaði málið uttan at hava vissað sær, at barnið livdi undir góðum og skipaðum viðurskiftum á góðkendum staði, og at onkur var, sum lógliga kundi taka umsorganarligar avgerðir vegna barnið.

Umboðsmaðurin gav barnaverndartænastuni eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum.

Umboðsmaðurin metti tað vera eitt lýti í Barnaverndarlógini, at ongar ásetingar vóru um privata døgnrøkt, og hevur tí heitt á landsstýriskvinnuna í almannamálum um at umhugsa broyting í lógini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974