Meira plast enn fiskur í høvunum í 2050

Meira plast enn fiskur í høvunum í 2050
Tað verður meira plast enn fiskur í heimshøvunum um 34 ár, heldur gongdin í løtuni fram, sigur svenskur granskari
Vit dálka so illa, at stórur vandi er fyri, at tað verður meir plast enn fiskur í høvunum í 2050, sigur svenskur granskari. Á myndini frá 2008 ein strond á Manilla í Filipsoyggjunum
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
14.06.2016 - 10:59

Í 2050 verður meira plast enn fiskur í heimshøvunum, og tað fer at koma aftur um brekku, tá talan er um føði. Tað sigur svenski granskarin, Johan Rockström.

Hann vísir á, at skulu øll í heiminum fáa nóg mikið til matna, so mugu vit hugsa fyrst og fremst um havið og ríkidømið, sum har er.

196 lond skrivaðu á veðurlagsráðstevnuni í París í fjør undir eina burðardygga ætlan í 17 punktum. Semjan var breið, og tað gevur nógvar møguleikar, men neyðug stig mugu eisini takast, sigur Rockström.

Ferð setast á burðardygga menning

Rockström viðgongur samstundis, at samtyktin í París setur stór krøv, men skal ferð setast á burðardygga menning í heiminum, so er neyðugt at fara til verka.

- Vit hava sett okkum fyri, at øll skulu fáa nóg mikið av góðum og sunnum mati. Tí mugu átøk til, sum kunnu tryggja fiskin í høvunum, og ránsveiðan má halda uppat, sigur Johan Rockström.

Við at lata standa til verður lívsgrundarlagið tikið undan 250 milliónum fólkum, og neyðugu føðina frá meiri enn einari milliard fólkum, sum hava tørv á fiski, heldur granskarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109