Nú hækkar barnafrádrátturin

Nú hækkar barnafrádrátturin
Á nýggjárinum hækkar barnafrádrátturin í landsskattinum fyri tey smáu børnini fleiri túsund krónur um árið
Barnafrádrátturin fyri børn upp í sjey ára aldur hækkar á nýggjárinum við 2.700 krónum
 
08.09.2016 - 11:41

Á nýggjárinum hækkar barnafrádrátturin í landsskattinum fyri børn upp til sjey ára aldur. Hann hækkar úr 6.500 upp í 9.200 krónur um árið.

Fyri børn millum sjey og 17 ár verður barnafrádrátturin í landsskattinum tann sami. Tað vil siga 6.500 krónur um árið.

Løgtingið samtykti einmælt uppskotið frá landsstýrinum um at hækka frádráttin fyri smábørn. Umframt barnafrádráttin í landsskattinum fáa foreldur eisini barnafrádrátt í kommunuskattinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439