Politikari smuglaði flóttafólk

Politikari smuglaði flóttafólk
Ein týskur politikari í flokkinum Die Linke viðgongur at hava smuglað eitt afrikanskt flóttafólk úr Italia til Týsklands
Ein politikari í Týsklandi hevur smuglað eitt afrikanskt flóttafólk til Týsklands, viðgongur hann fyri týskari tíðindastovu
 
12.09.2016 - 11:19

Blaðið Bild skrivar um málið, og Diether Dehm, sum situr í samveldistinginum fyri Die Linke, hevur váttað tíðindini fyri týsku tíðindastovuni, DPA.

Sambært Bild koyrdi Diether Dehm afrikanaran til eitt frítíðarhús í Italia. Har var flóttamaðurin í nakrar dagar, áðrenn Dehm koyrdi hann gjøgnum Sveis til Týsklands.

Komin til Týsklands, læt hann afrikanaran upp í hendur á fólki, sum taka ímóti tilflytarum og flóttafólki. Dehm hevur greitt frá, at afrikanarin vildi sameinast við pápan.

Hann varð ikki skrásettur á markinum. Hóast mannasmugling er ólóglig í Týsklandi, angrar týski politikarin einki, sigur hann við DPA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985