Sí upptøkuna: Kann fáa avleiðingar fyri Clinton

Sí upptøkuna: Kann fáa avleiðingar fyri Clinton
Heilsan hjá amerikanska forsetavalevninum, Hillary Clinton, er nú vorðið høvuðsevni í amerikanska valstríðnum
Demokratiska forsetavalevnið í USA, Hillary Clinton, hevur avlýst fleiri valfundir í Kalifornia, tí hon hevur fingið lungnabruna
Mynd: AP  
 
12.09.2016 - 15:40

Til minningarhátíðina á Ground Zero í New York í gjár í sambandi við yvirgangsatsóknina 11. september 2001, vísa upptøkur, at Clinton er illa fyri og er um at smokka saman, tá hon er á veg inn í ein bil.

Greinin heldur gram niðanfyri

Talsmaður fyri Clinton segði beint eftir hendingina, at Clinton hevði fingið hitslag og var illa fyri, og at hon var farin í íbúðina hjá dóttrini og so batnaði hon.

Clinton hevur havt lungnabruna síðani fríggjadagin. Serfrøðingar, ið fylgja við amerikanskum politikki, siga, hetta er ein stór gáva til forsetavalevnið hjá republikanaranum, Donaldi Trump.

SÍ EISINI Hendan myndin kann ávirka forsetavalið

Teirra millum er bloggarin í Washington Post, Chris Cillizza, sum er sera atfinningarsamur móti Donaldi Trump.

Cillizza hevur fyrr vart Clinton, og hevur manað í jørðina samansvørjingar um heilsuna hjá Hillary Clinton.

Men við yvirskriftini: Heilsan hjá Hillary Clinton gjørdist júst trupulleikin í forsetavalstríðnum, er vend komin í hjá honum.

SÍ EISINI Kappingin harðnar - munurin minkar

Trump og onnur við honum hava fleiri ferðir spurt um heilsustøðuna hjá Clinton. Seinast var 6. september, tá Trump hartaði fjølmiðlarnar, tí teir ikki hava viðgjørt hostaríið hjá Clinton.

Ikki tí, skotið verður báðar vegir. Clinton sigur um hostaríið, at hon er ovurviðkvom og fer at hosta hvørja ferð hon hugsar um Trump.

Men Cillizz skrivar, at bara tankin um, at Clinton fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin hevur dult, at hon er álvarsliga sjúk, fyllir nógv hjá republikanarunum.

SÍ EISINI Obama játtar sín stuðul til Hillary Clinton

Meðan elitan í USA heldur, at Trump ikki er skikkaður til at gerast forseti, so er myndin, sum Trump kann hugsast at skapa av Clinton, at hon, við sínum drúgvu royndum, heilsuliga ikki er skikkað at verða forseti.

Heilsustøðan hevur noytt Hillary Clinton at avlýsa ferð til Kalifornia. Um tvær vikur skal hon fyri fyrstu ferð í valstríðnum í beinleiðis kjak við Trump.

Hillary Clinton er 68 ára gomul, og Donald Trump er 70 ára gamal.

Donald Trump segði í dag við fjølmiðlar, at hann ynskir Clinton góðan bata, og vónar, at síggja hana til kjakið um tvær vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854