Trygdin ikki í lagi tá deyðsvanlukka hendi

Trygdin ikki í lagi tá deyðsvanlukka hendi
Arbeiðseftirlitið kann ikki staðfesta, at manglar hjá P/f Bakkafrosti Farming sum arbeiðsgevari vóru orsøkin til deyðsvanlukkuna 29. mars í ár
Trygdin á arbeiðsplássinum var ikki í lagi, tá ein 68 ára gamal maður, sum arbeiddi hjá Bakkafrosti, druknaði við alibrúkið hjá fyritøkuni í Hvannasundi í mars
 
05.10.2016 - 08:06

Men trygdin á arbeiðsplássinum var ikki í lagi. Ein 68 ára gamal maður, sum arbeiddi hjá Bakkafrosti, druknaði við alibrúkið hjá Bakkafrosti í Hvannasundi.

Nógv viðurskifti á flótandi alibrúkum eru ónøktandi og vandamikil sambært vanligari trygdarfatan, sigur Arbeiðseftirlitið.

Eingi vitni til vanlukkuna

Arbeiðseftirlitið heitir tí á Sjóvinnustýrið, sum varðar av flótandi alibrúkum, um at tosa við Bakkafrost Farming fyri at fáa staðfest, um trygdin á flótandi alibrúkum er nóg góð.

Tað er óheppið og óforsvarligt, at fólk verða sett at arbeiða einsamøll á sjónum, serliga um tey ikki brúka vanliga bjargingarútgerð, hóast hon er tøk, sigur Arbeiðseftirlitið.

Ikki ber til at siga, hvussu vanlukkan hendi, tí eingin sá hana. Niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum er, at frástøðan millum bát og uppgongustaðið á aliflakanum er ein metur.

Óvist hvussu vanlukkan hendi

Eingin verja er, um fólk gerast áhaldsin, tá tey skulu upp á flakan. Niðasti partur av uppgongdini var slýggjutur og sera hálur, og leytarin á flakanum er als ikki egnaður sum neyðleytari.

Trygdin var tí ikki nóg góð. Men hana tekur Arbeiðseftirlitið annars ikki støðu til, tí hana eigur Sjóvinnustýrið. Og niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum er, at eingi greið tekin eru á vanlukkustaðnum.

Hvørki likskoðan ella annað gevur ábendingar um, hvussu vanlukkan hendi. Arbeiðseftirlitið kann tí ikki staðfesta, at vanlukkan skyldast brot á arbeiðsumhvørvislóggávuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112