Stóru bankarnir rigga av

Stóru bankarnir rigga av
London fer eftir øllum at døma at missa sína støðu sum heimsins størsti fíggjardepil í kjalarvørrinum á Brexit-fólkaatkvøðuni í juni
Nú bretar hava avgjørt at fara úr ES, fer ikki at bera til hjá bankum og fíggjarstovnum at reka altjóða virksemi úr London
 
24.10.2016 - 10:42

Nú bretar hava avgjørt at fara úr ES, fer ikki at bera til hjá bankum og fíggjarstovnum at reka altjóða virksemi úr London. Tí mugu teir, sum starva tvørtur um landamørk í Evropa, flyta inn á europiska meginlandið. 

- Fyrireikingarnar eru í gongd, og virksemið verður helst flutt fyrst næsta ár, sigur formaðurin í bretska bankafelganum, Anthony Browne, við The Observer.

Forðingar fyri fría samstarvið

Ein treyt, fyri at kunna virka um alt Evropa, sum samanlagt er nógv tann størsti búskapurin í heiminum, er, at fólk, kapitalur, tænastur og vørur kunnu fara frítt um alt Evropa.

Men nú Bretland vil úr Europiska Samveldinum, verða forðingar fyri fríum samstarvi millum hini ES-londini og Bretland.  Fíggjargeirin er nógv størsta vinnan í Bretlandi.

Bretski høvuðsstaðurin, London, er at rokna sum snúningsdepil í heimsins partabrævamarknaði og heimsbúskapinum sum heild.

Pundið nógv viknað

Bretska pundið er heimins dýrasta gjaldoyra, hóast tað er nógv minkað í virði síðan 23. juni, tá fólkaatkvøðan um ES-limaskapin hjá Bretlandi varð hildin. 

Bankarnir og fíggjarvinnan ávaraðu staðiliga ímóti, at Bretland skuldi fara úr ES, tí Brexit kundi føra við sær, at London misti kappingarføri, sum størsti fíggjardepil í heiminum.

Fíggjarsamstarv við USA og Asia verður kortini ikki beinleiðis tarnað, nú nógv bankavirksemi verður flutt úr London á europeiska meginlandið, har Frankfurt og Paris eru fíggjarmiðdeplar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Leygardag 10. januar
Upp á tá - 090126
202480
Leygardag 10. januar
Vikugesturin: Mitt í tónleikinum
202479
Leygardag 10. januar
Vikan 10. januar 2026
202471
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341