Leggja ætlanir um yvirgang

Leggja ætlanir um yvirgang
Yvirgangsrørslan, Al-Qaida, hevur ætlanir um at fremja yvirgang í USA, dagin fyri forsetavalið, sigur amerikanskur fjølmiðil
Yvirgangsrørslan, Al-Qaida, hevur ætlanir um at fremja yvirgang í USA dagin fyri forsetavalið, sigur ein dulnevnd kelda fyri amerikanskum fjølmiðli
 
04.11.2016 - 14:55

Fjølmiðilin, CBS News, vísir til dulnevndar keldur í amerikonsku fregnartænastuni. Enn er tó einki komið fram um nakað ítøkiligt mál fyri yvirganginum.

New York, Texas og Virginia verða kortini nevnd sum møgulig mál fyri yvirgangi mánadagin, dagin fyri amerikanska forsetavalinum týsdagin.

Samveldisløgreglan, FBI, hevur ongar viðmerkingar til tíðindini. Myndugleikarnir í New York og New Jersey vátta fyri Reuters, at tey eru kunnað um vandan.

Samstundis sum valið nærkast, fyrireika myndugleikarnir seg eisini til støður, ið kunnu stinga seg upp, verður yvirgangur framdur, sigur CBS News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Future Sports", Baldur
209322
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207