Sá á Facebook at hann var millióningur

Sá á Facebook at hann var millióningur
Tað var ikki fyrr enn ein 72 ára gamal maður í Klaksvík sá eina viðmerking á Facebook, at tað gekk upp fyri honum, at hann hevði vunnið 8,5 mió.
Ein 72 ára gamal maður, ið hevur vunnið 8,5 milliónir krónur, ætlar millum annað at geva systkjum sínum pengar og eisini geva pening til vælgerandi endamál
 
08.11.2016 - 10:07

- Sunnudagin seinnapartin sá eg eina viðmerking á Facebook, at onkur í Føroyum hevði vunnið 8,5 milliónir krónur.

Tað sigur ein 72 ára gamal maður í Klaksvík við Danske Spil eftir at tað gjørdist honum greitt, at hann hevði vunnið og var blivin millióningur.

- Eg trúði sjálvandi ikki, tað kundi vera eg, men eg kannaði so seðilin umaftur og umaftur áðrenn eg sá, tað var eg, sigur maðurin.

Gevur til vælgerandi endamál

72 ára gamli maðurin í Klaksvík hevur longu nú gjørt sær nakrar tankar um, hvat hann ætlar sær at gera við allan peningin, hann hevur vunnið.

- Eg fari sjálvandi at geva pening til vælgerandi endamál. So fari eg eisini at vera góður við míni systkin, og byggja húsið heilt liðugt, sigur hepni vinnarin.

Tað er enn ikki gingið heilt upp fyri manninum, at hann hevur vunnið so nógvan pening. Maðurin vil ikki stíga fram við navni, sigur Danske Spil.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053