Merkel heldur fram

Merkel heldur fram
Tyski kanslarin, Angela Merkel, hevur í dag boðað floksfeløgum sínum frá, at hon stillar upp til valið næsta ár
 
20.11.2016 - 16:08

Ang­ela Merkel, sterki kanslarin í Týsklandi, hevur í dag boðað floksfeløgum sínum í Kristiliga demokratiska flokkinum, CDU, frá, at hon stillar upp til valið í september ella oktober næsta ár.

Hon fer at boða alment frá tí á tíðindafundi í kvøld. Verður hon afturvald, verður hetta fjórða skeið hennara sum kanslari. 

Hon hevur tá sitið líka nógv ár sum Helmuth Kohl í kanslarasessinum. Eingin hevur verið kanslari líka leingi sum Helmuth Kohl.  

Borgar fyri støðufesti

62 ára gamla Angela Merkel hev­ur stýrt Týsklandi síðani 2005.

Tey, sum ógvast og harmast um fyrst Brexit og nú Donald Trump, vónaðu inniliga, at Merkel fór at stilla upp aftur, tí hon borgar fyri støðufesti.

Óført hevur verið gitt um politisku framtíð Merkels. Úr hennara egna flokki eru komnar ymsar fráboðanir. Fyri fáum døgum síðani segði Norbert Røttgen, CDU-politikari, við CNN, at Merkel fór at stilla upp.

Flóttafólkapolitikkurin kostar stuðul

Talsmaðurin hjá týsku stjórnini, Steffen Seibert, skundaði sær at avsanna hetta. Kanslarin fer, sum ofta fráboðað, at boða frá avgerð sínari um uppstilling, tá tíðin er búgvin til tess, segði hann.

CDU hjá Merkel og Kristiliga demokratiska uniónin í Bayern, CSU, eru 10 prosentstig framman fyri kappingarneytarnar í veljarakanningum. 

Men Merkel misti nógvan stuðul, tá hon loyvdi 900.000 innflytarum og flóttafólkum at koma til Týsklands í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290