Viðgera nú skuldsetingarnar

Viðgera nú skuldsetingarnar
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum skal seinnapartin á fund við landsstýrismálanevndina. Andstøðan heldur, hon hevur hildið upplýsingum aftur
Kristina Háfoss skal í dag á fund við Landsstýrismálanevndina í kjalarvørrinum á skuldsetingunum hjá andstøðuni um, at hon hevur hildið aftur upplýsingum um Váðaráðið
 
28.11.2016 - 08:02

Landsstýrismálanevndin kannar í løtuni, um hon skal taka upp mál móti Kristinu Háfoss, í samband við viðgerðina av málinum um eitt føroyskt váðaráð.

Andstøðan vil verða við, at landsstýriskvinnan hevur hildið upplýsingum um komandi Váðaráðið aftur fyri Fíggjarnevndini og Løgtinginum.

Landsstýrismálanevndin hevur fingið skjøl í málinum, men vil fegin seta landsstýriskvinnuni nakrar fyrispurningar, áðrenn nevndin ger av, um hon tekur málið upp ella ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Mikudag 11. mars
HPV kann raka øll
205467
Mikudag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
205464
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313