Dýraru bilarnir lutfalsliga bíligari

Dýraru bilarnir lutfalsliga bíligari
Dýrir og tungir bilir kosta minni í skrásetingargjaldi enn bíligir og lættir bilar í Føroyum. Í Danmark er støðan tann øvugta
Í Føroyum er skrásetingargjaldið í einum hugsaðum dømi fyri ein dýran bil 65.700 krónur. Í Danmark er tað 110.530 krónur. Myndin hevur ikki samband við ítøkiliga dømið
 
03.01.2017 - 10:10

Í Føroyum er skrásetingargjaldið í einum hugsaðum dømi fyri ein dýran bil 65.700 krónur. Í Danmark er tað 110.530 krónur.

Ein biligur bilur kostar 41.900 krónur í skrásetingargjaldi í Føroyum. Bilurin kostar 24.018 krónur í Danmark.

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, ið spurdi um prísmunin á bilum í Føroyum og Danmark.

SÍ EISINI Nakrir bilar eru nú bíligari

Eingin ætlan er um broyta skrásetingargjaldið í Føroyum, sigur landsstýriskvinnan. Ein onnur broyting kom tó á nýggjárinum, tá vektgjaldið varð broytt til umhvørvisgjald. Minni, ein bilur dálkar, minni kostar hann í umhvørvisgjaldi.

- Hvussu vinningurin er hjá bilasølunum í Føroyum og í Danmark kann eg ikki svara fyri, sigur Kristina Háfoss, sum leggur afturat, at føroyingar kunnu keypa sær bil frá danskari ella útlendskari bilasølu, um teir eru bíligari har. 

Landsstýriskvinnan sigur, at vanliga hava bíligir og lættir bilar verið umhvørvisvinarligari enn teir tyngru. Men nú eru nógv dømi um, at dýrir og tungir bilar eru teir mest umhvørvisvinarligu, tí teir eru fyrstir við nýggjari tøkni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329