El-bilar fáa meirvirðisgjald aftur

El-bilar fáa meirvirðisgjald aftur
Landsstýrið hevur gjørt uppskot um broytingar í mvg-lógini, soleiðis at bilar, sum brúka streym ella vetni, verða bíligari
 
25.01.2017 - 10:25

Tey, sum keypa sær ein bil, sum brúkar streym ella vetni í staðin fyri bensin ella diesel, kunnu fáa meirvirðisgjaldið aftur úr landskassanum, tó í mesti lagi 70.000 kr.

Tað sigur ein broyting í lógini um meirvirðisgjald, sum er á veg.

70.000 kr. í meirvirðisgjaldi svarar til, at bilurin kostar 350.000 kr. við meirvirðisgjaldi.

Prísurin fyri bilin verður tí 280.000 kr.

Galdandi í tvey ár

Lógarbroytingin skal koma í gildi 1.januar í ár, og hon verður galdandi í tvey ár. 

Frammanundan sleppa fólk undan at gjalda skrásetingargjald og vegskatt fyri elbilar og vetnisbilar. 

Landsstýrið kemur í næstum við lógaruppskoti um at loyva SEV, ella elveitara, at selja streym bíligari um náttina. Tá verður bíligari at løða bilin um náttina.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676