Livebloggur í sambandi við Trapputingið á Argjahamri her á heimasíðuni

bannari
Livebloggur í sambandi við Trapputingið á Argjahamri her á heimasíðuni
Valevnir úr Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og Framsókn viðmerkja Trapputingið á Argjahamri, tá veljarar sleppa til orðanna um ráðfestingarnar næstu fýra árini
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen  
 
16.03.2026 - 16:49

Klokkan 20 í kvøld verður annað Trapputingið í sambandi við løgtingsvalið sent og stroymt beinleiðis í sjónvarpinum og her á heimsíðuni. 

Trapputingið er valsending, ið er ognað veljarunum, har teir sleppa til orðanna at siga sína hugsan um, hvørji mál eiga at raðfestast politiskt komandi fýra árini.

Í kvøld eru tað veljarar í høvuðs- og miðstaðarøkinum, ið sleppa framat, tá sent verður beinleiðis Trapputing av Argjahamri

Trapputingini eru ikki almenn. 

 

Valevni viðmerkja

Í sambandi við Trapputingini verður eisini ein livebloggur her á heimasíðuni, har valevnir kunnu viðmerkja tað, ið verður ført fram á Trapputinginum. 

Í kvøld eru tað Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinnum, Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum  og Christoffur Gert Nielsen úr Framsókn, ið fáa høvið at viðmerkja Trapputingið á Argjahamri.

Livebloggur kann síggjast her á heimasíðuni frá klokkan 19. 

 

LES EISINI: Trapputing í Tórshavn: Bústaðir til vanlig fólk

 

Trapputingið

Trapputingini verða send soleiðis, og tey eru : 

16. mars, í kvøld: Havn, kl. 20.00
18. mars, mikukvøldið: Klaksvík, kl. 19.00
22. mars, sunnukvøldið: Oyrasund, kl. 19.00

 

Hildin Trapputing

Trapputingið í Salti í Suðuroy

LES EISINI: LIVEBLOGGUR: Valevni viðmerkja Trapputingið í Salti

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290