Danmark dýrasta ES-landið

Danmark dýrasta ES-landið
Ongastaðni í Evropasamveldinum kosta matvørur so nógv, sum tær gera í Danmark. Greinarar hava hugt nærri at matvøruprísunum í ES
Danmark er tað dýrasta ES-landið, tá talan er um matvørur, vísir nýggj greining. Pólland er tað bíligasta
Mynd: Savnsmynd/DR  
 
29.01.2017 - 11:52

Tá danir fylla sær innkeypsvognin kostar tað væl meira enn tað ger í hinum 27 ES-londunum. Matvørur í Danmark eru tær dýrastu í ES.

Tað er niðurstøðan í eini nýggjari uppgerð hjá Eurostat, hagtalsmyndugleikunum í Evropasamveldinum, skrivar danska blaðið, Søndagsavisen.

Eitt innkeyp hjá dønum, ið kostar 1.000 krónur, kostar 715 krónur í Týsklandi. Pólland er bíligast, har kosta tær somu matvørurnar 433 krónur.

Sinnað at gjalda meira

- Danir hava nógvan pening um hendi, og eru sinnaðir at gjalda meira fyri vørurnar, sigbur Peter Mølkjær, brúkaraserfrøðingur hjá fyritøkuni, Deloitte.

Kappingin um krónurnar hjá donsku kundunum er ikki líka so sterk, sum hon er í hinum ES-londunum, eru ábendingar um sambært Søndagsavisen.

- Jú lægri kappingin er, jú meira sannlíkt er, at vit gjalda meira enn gott er, sigur Louise Aggerstrøm Hansen, økonomur hjá Danske Bank.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571