Innfararbann elvir til øsing

Innfararbann elvir til øsing
Ruðuleiki valdar í USA og úti í heimi eftir at amerikanski forsetin hevur sagt, at muslimar ikki longur skulu sleppa inn í landið
Ein kvinna og eitt barn mótmæla í eini floghavn í USA eftir at amerikanski forsetin undan vikuskiftinum gjørdi greitt, at hann ætlar at nokta muslimum atgongd í USA
Mynd: AP  
 
29.01.2017 - 13:05

Ein skipan, sum Donald Trump ætlar at seta í gildi, ið skal forða fólki úr fleiri muslimskum londum í at koma til USA, elvir nú til øsing og ruðulleika.

Tað hendir eftir at amerikanski forsetin fríggjadagin undirskrivaði eina løgfrøðiliga fyriskipan, sum ger, at USA kann nokta muslimum innferðarloyvi.

Avgerðin um at nokta muslimum innferð í USA hevur síðstu tveir dagarnar elvt til ruðuleika og politiska øsing. Bæði í USA og ikki minst úti í heimi eisini.

SÍ EISINI Hann vil nokta muslimum innferðarloyvi

Ruðuleiki hevur um vikuskiftið valdað við landamørkini í USA. Tað hevur verið ógreitt, hvør skuldi sleppa inn í landið og hvør ikki skuldi sleppa eftir at bannið varð lýst.

Bannið hevur eisini elvt til øsing úti í heimi. Fleiri altjóða politikarar og felagsskapir hava víst sína ónøgd við avgerðina um at banna muslimum atgongd í USA.

ST hevur heitt á Donald Trump um at bjóða fólki, sum eru flýggjað undan kríggi og ræðuleikum, innivist í USA, tí skipanin er grundleggjandi fyri amerikansku búsetingarskipanina.

Politikarar úti í heimi tala at

Fleiri altjóða politikarar hava eisini víst sína ónøgd, og hava teir síðstu dagarnar talað at ætlanini hjá USA um at nokta muslimum atgongd til landið.

- Tað er ein partur av okkara ábyrgd at taka ímóti flóttafólkum, ið eru rýmd undan kríggi og ræðuleikum, sigur Jean-Marc Ayrault uttanríkisráðharri í Fraklandi.

Fleiri mótmælisgongur hava eisini verið um vikuskiftið, har uppøst fólk hava víst sína ónøgd við umstrídda bannið, sum Donald Trump hevur undirskrivað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744