Horvni vøruvognurin funnin

Horvni vøruvognurin funnin
Vøruvognurin, sum hvarv í Havn um vikuskiftið, varð í gjárkvøldið funnin á botni í havnini í Miðvági.
 
31.01.2017 - 08:11

Politiið fekk í gjármorgunin at vita frá einum manni, at hann helt seg hava sæð okkurt, sum helst var ein bilur, søkka einar hálvthundrað metrar úr bryggjuni í Miðvági sunnumorgunin. 

Bjargingarbáturin Sverri og kavarar vórðu sendir at leita, og í gjárkvøldið varð bilurin tikin upp á turt. Hann verður nú turkaður, og síðani fer politiið at kanna bilin.

Sambært politinum er eingin ábending um, at nakar var í bilinum, tá hann fór á sjógv. Politiið fekk fráboðan á middegi sunnudagin um bilin, sum var horvin úr Vesturbýnum í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343