Ítróttur hetta vikuskiftið

Ítróttur hetta vikuskiftið
Nógvur ítróttur er á skránni komandi dagarnar, her kanst tú lesa um nakað av tí, sum fer at henda hetta vikuskiftið
 
09.02.2017 - 17:14

Leygardagin verða allar fýra hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti spældar í Høllini á Hálsi.

Hjá kvinnunum hittast Fleyr og TB kl.13 og kl.15 bresta SÍ og KÍF saman. Hjá monnnunum hittast ÍF og SÌ í fyrru hálvfinaluni kl.17, og í seinni hálvfinaluni hittast Fleyr og Ternan, hon byrjar kl.19.

Kringvarpið stroymir allar hálvfinalurnar leygardagin og leinkjurnar verða at finna her á heimasíðuni og á facebookvanganum hjá 3-2.

Í Trongisvági verður fimta Grandprix kappingin í borðtennis avgreidd leygardagin, og í Klaksvík skipar Ægir fyri svimjistevnu. Ægir-stevnan er næstseinasti møguleiki hjá føroyskum svimjarum at klára oyggjaleikakravtíðina. Higartil hava níggju føroyskir svimjarar tryggjað sær luttøku á oyggjaleikunum í summar.

Treysti, Hvirlan og Bragdið hava sent 50 ungar íðkarar til Stórmót kapping í frælsum ítrótti í Íslandi hetta vikuskiftið, og so verða seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini í hondbólti spældar sunnudagin.

Hjá kvinnunum tekur Neistin ímóti VB kl.15, tann dysturin verður spældur í Høllini á Hálsi. Neistin vann fyrru hálvfinaluna í Vági við fimm málum. Seinna hálvfinalan hjá kvinnunum verður spæld kl.19, tá ið Kyndil tekur ímóti VÍF. Kyndil vann fyrru hálvfinaluna í Vestmanna við 10 málum.

Hjá monnunum hittast VÍF og H71 í Vestmanna kl.15. H71 vann fyrru hálvfinaluna við trimum málum, og hin hálvfinalan verður á Skála kl.19, tá ið StÍF tekur ímóti Neistanum. Neistin vann fyrra dystin við fýra málum.

Dysturin á Skála ímillum StÍF og Neistan verður stoymdur, og leinkjan verður at finna her á heimasíðuni og á facebookvanganum hjá 3-2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221