46,6 milliónir goldnar ov nógv í skatti

46,6 milliónir goldnar ov nógv í skatti
16.215 føroyingar fáa pengar aftur, tí tey hava goldið ov nógvan skatt í 2016. 1.106 fólk fáa hinvegin rokning frá TAKS
1.106 fólk fáa í næstum rokning, tí tey hava goldið ov lítið í skatti, til samans 3,3 milliónir krónur, upplýsir TAKS
 
03.03.2017 - 08:01

1.106 fólk fáa rokning í næstum, tí tey hava goldið ov lítið í skatti, til samans 3,3 milliónir krónur, upplýsir TAKS. Avlopsskattur, sum er minni enn 25 krónur, verður ikki útgoldin.

Írestandi skattur, sum er minni enn 100 kr., verður ikki kravdur, upplýsir TAKS eisini. Tey flestu, 21.912 fólk, rindaðu tó tann skatt, tey áttu at rinda í fjør, hvørki meira ella minni. 

Tey fáa tí hvørki avlopsskatt ella rokning fyri írestandi skatt. Tølini í ár líkjast nógv tølunum í fjør. TAKS hevur nú gjørt skattin fyri 2016 upp og hevur sent flestu skattaborgarum uppgerð.

Tey, sum ikki brúka Borgaragluggan ella Mínboks, fáa uppgerðina við postinum í seinasta lagi 13. mars. Pengarnir verða fluttir fólki 21. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025