Suni Merkistein fingið ársins Móðurmálsvirðisløn

Suni Merkistein fingið ársins Móðurmálsvirðisløn
Móðurmálsdagur var í dag hildin í Løkshøll í Runavík, og Suni Merkistein fekk heiðurin, ársins Móðurmálsvirðisløn, fyri sítt avrik innan yrkismál
Suni Merkistein heldur ólavsøkurøðuna 2016
Mynd: hb.fo  
 
25.03.2017 - 16:29

Í grundgevingini stendur, at Suni merkistein í ein mansaldur við sínum frásagnarkynstrið hevur verið við til at varðveita, menna og mýkja føroyska málið.

"Miðvíst og við nærlagni hevur hann ment og mýkt ítróttamálið í Kringvarpi Føroya, og hann hevur skrivað bøkur um ymiskar ítróttagreinar, eitt nú verkið í trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna og stóra verkið um føroyska telving í 20. øld. Hann hevur ávirkað málið í føroyskum ítrótti og slóðað fyri hjá teimum yngru, so at vit í dag hava eitt ítróttamál, sum er væl ment og kennist heimligt", stendur millum annað í grundgevingini.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, handaði Suna Merkistein virðislønina vegna landstýriskvinnuna Rigmor Dam. Virðislønin er 25.000 krónur, og tað eru Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Sosialurin og Móðurmálslærarafelagið, sum skipaðu fyri Móðurmálsdegnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655