Nógv løstað: Bussur við skúlabørnum koppaður

Nógv løstað: Bussur við skúlabørnum koppaður
Ein skúlabussur við 58 fólkum koppaði og koyrdi í morgun út av motorvegnum í Svøríki. Fleiri børn hava fingið løstir
Fleiri børn hava fingið løstir í eini bussvanlukku í Svøríki í morgun. Enn er ikki fráboðan komin um, at fólk hava latið lív í ógvisligu bussvanlukkunu
Mynd: SVT  
 
02.04.2017 - 09:18

Ein skúlabussur við 58 fólkum er í morgun koppaður á E45-motorvegnum við Sveg og Fågelsjö (frámerkt á korti niðan fyri), skriva fjølmiðlar í Svøríki í morgun sambært NRK.

- Vit vita enn ikki, hvussu nógv fólk eru komin til skaða, sigur Marie Andersson, talskvinna hjá løgregluni, sambært almenna svenska sjónvarpinum. SVT.

Greinin heldur fram niðanfyri

Til samans 58 fólk vóru í skúlabussinum, tá vanlukkan hendi - 52 børn og seks vaksin, skrivar Östersundsposten. Flestu fólkini svóvu, tá vanlukkan hendi, skrivar blaðið.

Tað var umleið klokkan sjey í morgun, at skúlabussurin við teimum 58 fólkunum fór út av E45-motorvegnum. Fleiri hava fingið løstir, men enn er ikki fráboðan komin um, at fólk eru deyð.

Enn er óvist, hví vanlukkan hendi, siga talsfólk hjá løgregluni. Leygarmorgunin var kuldin niðan fyri frostmarkið og tað var hált í økinum, har bussvanlukkan hendi í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985