Petur Sigurð føroyameistari í opna bólkinum

Petur Sigurð føroyameistari í opna bólkinum
Á stóra FM-degnum vórðu føroyameistararnir í teimum ymsu bólkunum hjá teimum vaksnu í judo funnir
Petur Sigurð Johannesen, føroyameistari, í miðjuni. Vinstrumegin Edvard Johannesen, sum bleiv nummar tvey og høgrumegin Sigurdbjørn Mørkøre, sum fekk bronsuna
Mynd: Sofus Johannesen  
 
24.04.2017 - 14:35

Finalan í opna bólkinum var millum tveir mans úr Sunda Judofelag, Edvard Johannesen og Petur Sigurð Johannesen. Hóast Edvard kom á odda tíðliga í dystinum, so komu royndirnar at enda Petur Sigurði til góðar, og hann megnaði at kasta Edvard so hann fekk fult stig og vann harvið dystin. Bronsufinaluna vann Sigurdbjørn Mørkøre úr Sunda Judofelag á Dánjali á Krákusteini úr Havnar Judofelag.

Hjá kvinnum vann Silja Johannesen úr Sunda Judofelag heldur óvæntað finaluna móti Sonnu Nolsøe Djurhuus úr Oxford Judo. Hesar báðar møttust eisini í finaluni fyri einum ári síðani og tá vann Sanna.

Í meðalvekt vann Gunnar Magnussen úr Havnar Judofelag finaluna móti Sigurd Bjørn Mørkøre úr Sunda Judofelag, og Dánjal á Krákusteini vann bronsufinaluna móti Torkil Jógvansson. Teir eru báðir úr Havnar Judofelag.

Hjá unglingunum vann Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag finaluna móti Boas Høgnesen úr Havnar Judofelag.

Á gallaveitsluni eftir stóra FM-dagin varð latið eitt Fightersteyp, ið verður latið einum unglingi, sum gjøgnum kappingina hevur víst góðan teknikk og besta stríðsvilja. Í ár fekk Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag hettta steypið.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166