Dømdur fyri rúsevnasmugling

Dømdur fyri rúsevnasmugling
Ein maður er fyri løtuni síðani dømdur fongsulsrevsing fyri at smugla útivið 200 gramm av hassji til Føroya í gjár
 
09.05.2017 - 15:24

Ein 37 ára gamal maður varð fyri lítlari løtu síðani dømdur 30 dagar treytaleysa fongsulsrevsing fyri at royna at smugla hassj til landið mánadagin.

37 ára gamli maðurin tók við dóminum í Føroya rætti. 

Tikin á flogvøllinum í gjár

Maðurin varð handtikin á flogvøllinum í Vágum seinnapartin í gjár. Sambært ákæruvaldinum hevði maðurin 181,4 gramm av hassji, sum hann hevði fjalt innvortis, uppi á sær.

Maðurin kom við flogfari úr Danmark, og tað vóru tollmyndugleikarnir á flogvøllinum í Vágum, ið funnu hassjið. Maðurin játtaði seg sekan í smugling, men segði seg vera einsamallan um smuglingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688