Rættarfundur mátti útsetast

Rættarfundur mátti útsetast
Tveir menn, sum eru skuldsettir fyri at hava sett eld á eitt hús við Tinghúsvegin í Havn í fjør, skuldu í Føroya rætt í dag
 
04.07.2017 - 10:02

Men av tí annar teirra er farin til sjós, bar ikki til at hava rættarfundin í dag. Menninir vórðu tiknir somu nátt, sum eldur var í fyri skjótt einum ári síðani.

Teir hava higartil noktað seg sekar. Í málinum er eitt endurgjaldskrav fyri húsið, slakar 1,7 milliónir krónur.

Tórshavnar kommuna átti húsið, sum vanliga varð rópt AA-húsið, tí AA felagsskapurin hevði sínar fundir har. Húsið á Tinghúsvegnum í Havn er nú tikið niður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723