Samgongufundur í dag um fiskivinnunýskipanina

bannari
Samgongufundur í dag um fiskivinnunýskipanina
Uppskotið um fiskidagar skuldi verið latið løgtingsskrivstovuni í gjár
 
26.07.2017 - 07:51

Samgongan fer á fundi fyrrapartin at viðgera fiskivinnunýskipanina, sum ætlanin er at leggja fram aftur í næstu tingsetu, sum byrjar leygardagin.

Men í hvørjum líki, uppskotið kemur aftur í tingið, fæst ikki at vita frá landsstýrinum.

Samgonguumboðini í Vinnunevndini høvdu 42 broytingar í álitinum um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

Uppskotið um fiskidagarnar næsta fiskiár skal latast Løgtingsskrivstovuni triðja yrkadagin fyri framløguna ólavsøkudag.

Og hann var í gjár, um ólavsøkuaftan ikki telur við hjá løgtinginum sum yrkadagur.

Fiskiárið byrjar 1.september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342