- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sirið skal svara fyrispurningi um læknalesandi
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, skal nú svara løgtinginum, hvussu gongur við arbeiðnum at fáa føroyskum læknum framíhjárætt at taka "klinisk basis uddannelse", KBU, í Føroyum.
KBU er tað, ið fyrr varð nevnt turnus.
Løgtingskvinnan Katrin Kallsberg hevur sett landsstýriskvinnuni ein grein-52 fyrispurning um málið.
Føroyskir læknar undir útbúgving í Danmark hava ikki framíhjárætt at fáa KBU-pláss í Føroyum, men eru við í sama lutakasti sum danskir læknar undir útbúgving um KBU-plássini.
Spyr um útlit
Katrin Kallsberg spyr um útlitini fyri at fáa eina loysn fyri føroyskar læknar innan fyri verandi skipan. Og løgtingskvinnan vil eisini hava at vita, á hvønn hátt heilsu- og innlendismálaráðið ætlar at skipa eina føroyska KBU-skipan, um tað verður leisturin.
Katrin Kallsberg vísir á, at eitt av tilmælunum í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið er, at Heilsu- og innlendismálaráðið tekur málið upp við donsku myndugleikarnar fyri at fáa KBU-skipanina broytta soleiðis, at føroyingar fáa framíhjárætt at taka teirra KBU-skeið í Føroyum.
Eisini verður mælt til, um hetta ikki ber til, at seta eina serstaka KBU-skipan í verk í Føroyum, á sama hátt sum í Grønlandi.
- Vit hava longu í dag eitt ørkymlandi trot millum størstu fakbólkarnar í sjúkrahúsverkinum - serstakliga serlæknar - og skulu vit flyta okkum longur fram á leið á heilsuøkinum, er avgerandi, at vit hava røttu heilsustarvsfólkini og í røttum tali, sigur Katrin Kallsberg í viðmerkingunum til fyrispurningin.