Andstøðan finst at Michael Gove

Andstøðan finst at Michael Gove
Andstøðan í Bretlandi undrast, at bretski umhvørvismálaráðharrin eftir øllum at døma hevur lovað donskum fiskimonnum at fiska í bretskum sjógvi.
 
05.08.2017 - 10:31

Bretski umhvørvismálaráðharrin Michael Gove er komin í andglettin í heimlandinum, eftir at hann hevur givið donskum fiskimonnum lyfti um, at teir kunnu fiska í bretskum øki, eftir at Bretland er farið úr ES.

Michael Gove, sum vitjaði føroyingar herfyri, hevur eisini verið á sjarmuferð í Danmark. 

Og sambært umboðum fyri Danska Fiskimannafelagið skal ráðharrin á einum fundi mánadagin hava nevnt møguleikan fyri eini skiftistíð eftir Brexit, har útlendingar kunnu fiska í bretskum sjógvi.

Nakað líknandi segði hann í eini røðu í juli, skrivar bretska blaðið East Lothian Courier.

Men lyftini samsvara ikki við tað, ið ráðharrin segði í sendingini Andrew Marr Show á BBC  fyrr í mánaðinum, har hann greiddi frá, at eftir ætlanini hjá stjórnini skulu eingir útlendingar fiska í bretskum sjógvi.

Andstøðan undrast

Andsøgnin hevur vakt ans hjá bretsku andssøðuni.
“Stjórnin sendir út mótsigandi signal um hvør kann koma í bretskan sjógv at fiska eftir Brexit, sigur Holly Lynch, úr andstøðuflokkinum Labour.

“Tað er alneyðugt, at stjórnin ger sína støðu greiða fyri at fyrbyrgja meiri skaða í samráðingunum við ES, hvørs viðurskifti kunnu skaða eina avtalu við bretska fiskivinnuídnaðin, skrivar bretski andstøðupolitikarin á sosialu miðlunum.

Tom Brake, umboð fyri hin andstøðuflokkin, Liberal-demokratarnar, er bersøgnari:

 - Enn ein lygn frá rýmingarherferðini er avdúkað av umhvørvismálaráðharranum,” skrivar hann á sosialu miðlunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128