- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórveldini fara at leggja trýst á Grønland
Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, mælir til, at Danmark og Grønland gevast við at hava misálit á hvør øðrum, men heldur samstarva.
Í eini tíðargrein í Berlingske skrivar Per Stig Møller, at Danmark, Grønland og Føroyar eiga at semjast um ein uttanríkipolitikk, sum verður til fyrimunar fyri allar partar.
- Til tess at varðveita ríkisfelagsskapin, eigur Grønland at kenna seg á jøvnum føti við Danmark og Føroyar. Allir tríggir partar eiga at kenna seg heima, skrivar Per Stig Møller, sum stúrir fyri hinum møguleikanum.
Hann sigur, at so hvørt sum ferðslan í landnyrðings- og útnyrðingsleiðunum veksur, fara stórveldi sum Kina, USA og Russland at fáa størri áhuga fyri Grønlandi.
- Og tað kann vera vandamikið hjá so fáum fólkum í einum so stórum landi, um Grønland tekur seg burtur úr ríkisfelagsskapinum, donsku uttanríkistænastuni og verjuni, skrivar fyrrverandi danski uttanríkiráðharrin.
Grønland kemur undir trýst
- Hvør í sinum lagi fara Kina, USA og Russland at royna at forða fyri, at Grønland hellir ein ávísan veg. Hernaðarliga dubbingin í póløkinum fer at vaksa, og eisini royndin hjá stórveldunum at fáa valdið á Grønlandi, kanska við at leggja búskaparligt ella hernaðarligt trýst á grønlendingar, skrivar Per Stig Møller.
Hann heitir á Danmark um at virða Grønland, so álitið millum bæði londini á uttanríkispolitiska økinum verður endurreist
- Tað er eisini ein fyrimunur fyri Danmark at vera í sama báti sum Grønland, sigur Per Stig Møller í tíðargreinini í Berlingske.