Ikki játtaðir enn. Skulu brúkast í næsta mánað

Ikki játtaðir enn. Skulu brúkast í næsta mánað
Fyrr í summar hevði málið skund, tí annars steðgaði byggingin í Marknagili í september. Fyrsta viðgerð verður hálvan september.
Gerðarrætturin verður ikki liðugur fyrr enn í 2019. Tí noyðist Landsverk at leggja út.
 
29.08.2017 - 07:07

Tað hevði ávísan skund fyrr í summar at játta fleiri pengar til skúladepilsbyggingina í Marknagili, tí pengarnir vóru uppi í september, og vandi var fyri, at byggingin steðgaði tá.

Uppskotið um at játta Landsverki 86,6 mió. kr. at leggja út, meðan gerðarrætturin millum Landsverk og Sp/f TG Verk og tryggingarfelagið AXA situr, datt burtur í farnu tingsetu.

Nú er uppskotið komið aftur í tingið.

Hóast einki tykist vera broytt viðvíkjandi september, verður uppskotið neyvan samtykt í september, skulu vanligar tíðarfreistir haldast.

Fyrsta viðgerð

Tí fyrsta viðgerð verður ikki fyrr enn 14.september. 

Og tá fer málið í Fíggjarnevndina, sum hevur upp í ein mánað at viðgera tað.

Landsverk fær ikki sínar pengar, fyrr enn lógin er samtykt í løgtinginum og lýst.

30 milliónir frá september

Í lógaruppskotinum stendur, at 30 milliónir krónur skulu brúkast frá september í ár og 56,6 milliónir í 2018.

Mentamálaráðið spurdi Landsverk, um Landsverk hevði nakað at leggja afturat uppskotinum, sum er av týdningi fyri tingsins meting um málinum. 

Tað hevði Landsverk ikki.

Gerðarrætturin verður neyvan liðugur fyrr enn í 2019.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949