Tepur borgarligur meiriluti

Tepur borgarligur meiriluti
Nýggjasta veljarakanningin í Noregi vísir, at borgarligu flokkarnir fáa 85 sessir og andstøðan 84
Nýggjasta veljarakanningin vísir, at Erna Solberg kann halda fram sum forsætisráðharri í Noregi
 
10.09.2017 - 09:41

Tað stendur at kalla á jøvnum millum borgarligu flokkarnar og reyð-grønu flokkarnar í norska stórtinginum upp undir stórtingsvalið í morgin.

Ein veljarakanning, sum norska TV2 hevur latið gera, vísir, at borgarligu flokkarnir fáa 85 sessir og andstøðuflokkarnir 84.

Vinstriflokkurin, sum styðjar stjórnina hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, sleppur í nýggjastu kanningini upp um tinggáttina, og tryggjar sostatt, at borgarliga stjórnin kann halda fram.

Kristiligi fólkaflokkurin, sum hevur verið undir sperrumarkinum, sleppur eisini upp um tinggáttina, vísir kanningin.

Høgriflokkurin hjá Ernu Solberg hevur framgongd, og fær sløk 24 prosent av atkvøðunum, men Framburðsflokkurin, sum eisini hevur sitið í stjórn seinasta valskeiðið, hevur afturgongd, og fær 14,6 prosent.

Arbeiðaraflokkurin verður sambært kanningini størsti flokkur við 28 prosentum av atkvøðunum.

Men av ti at flokkarnir á reyð-grøna veinginum standa seg so illa, er ivasamt, um stjórnarskifti verður í Noregi eftir valið í morgin, vísir nýggjasta veljarakanningin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025