Selatraðarvegurin kostar nógv meira enn játtanin

Selatraðarvegurin kostar nógv meira enn játtanin
Landsstýrismaðurin, Landsverk og Sjóvar kommuna samd um at gera vegin, men fleiri pengar eru neyðugir
Vegurin til Selatrðar er gjørdur í tríatiárunum. Hann krevur ábøtur.
 
15.09.2017 - 07:33

Vegurin til Selatraðar verður ikki liðugur í bræði.

Ætlanin er at játta hálva millión krónur næsta ár og tvær milliónir í 2019.

Men teir pengarnar røkka bara til ávísar dagføringar, sigur Henrik Old, landsstýrismaður, sum hevur svarað Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu, sum spurdi um Selatraðarvegin. 

Landsvegurin av Strondum til Selatraðar er tíggju kilometrar langur. 

Ábøtur eru gjørdar frá 2005 til 2014 fyri 5,6 mió. kr.

Ein av tíggju breiðkaður

Trý strekki eru breiðkað, tilsamans 1,1 kilometur.

Sambært samferðsluætlanini fyri 2012 til 2024 og í tilmæli frá Landsverki verður mælt til at breiðka vegin til ein smalan tvíbreytaðan veg í støðum, og annars at gera góð víkipláss.

Tað varð í 2012 mett at kosta 50 mió. kr. 

Grót úr tunli

Á fundi í farnu viku millum landsstýrismannin, Landsverk og Sjóvar kommunu um ferðsluviðurskiftini í Sjóvar kommunu var semja um at finna eina munagóða loysn á Selatraðarvegnum, svarar Henrik Old. 

Men pengarnir til tess eru ikki til enn, sigur hann eisini.

Henrik Old hevur heitt á Landsverk at arbeiða við møguleikanum at brúka grót úr Eysturoyartunlinum til Selatraðarvegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808