Rudda strekkið millum Havnina og Leirvík fyri olju

Rudda strekkið millum Havnina og Leirvík fyri olju
Løgreglan ávarar um olju á vegastrekkinum úr Havn til Leirvíkar
Mynd: Landsverk  
 
02.10.2017 - 10:35

Oljan stavar frá einum bussi hjá Bygdarleiðum, sum koyrdi úr Havn og náddi til Leirvíkar, tá hann steðgaði upp.

Tórshanvar sløkkilið hevur arbeitt við at rudda vegirnar í Tórshavnar kommunu, og  Landsverk hevur heitt á sløkkilið í hinum kommununum um at rudda sínar vegir.

Mesta oljan er, har bussurin er steðgaður á, - tvs. við busssteðgistaðið í Skálabotni, á Skipaneskrossinum, inn til Syðrugøtu, og í rundkoyringini við kirkjuna í Leirvík.

Grús verður koyrt á vegin, har oljan er, og um neyðugt verður eisini spulað, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.

Í innkoyringini til Syðrugøtu er nógv olja, sum skal fáast burtur (mynd: Landsverk)

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533