Semja um makrelin

Semja um makrelin
Føroyar sleppa at fiska sløk 103.000 tons av  makreli í 2018.
 
12.10.2017 - 09:24

Tað var úrslitið av samráðingunum um makrelin, sum hava verið í London seinastu dagarnar.

Tað vóru Føroyar, ES og Noreg sum skrivaðu undir avtaluna, og avtalan byggir á makrelsemjuna sum partarnir gjørdu í 2014, og sum eisini er galdandi fyri 2018.

Strandarlondini royndu at víðka makrelsemjuna frá 2014 til aðrar partar, men tað eydnaðist tó ikki.

Samd um mest loyvdu veiðu

Partarnir samdust eisini um, at mest loyvda veiðan av makreli í 2018 skal vera sløk 817.000 tons.

Tað er væl meir enn tað sum ICES mælir til, tí ICES mælir til at fiska 551.000 tons av amkreli í 2018.

Øl strandarlondini samdust um eina langtíðarumsitingarætlan fyri makrelin í Landnyrðingsatlantshavi, sum er burðardygg sambært ICES.

Rusland, Ísland og Grønland eru londini sum fiska makrel, umframt tey sum gjørdu avtaluna í 2014.

Noreg hevur havt samráðingarleiðsluna fyri makrelsamráðingarnar í ár, men hevur nú latið formansskapin upp í hendurnar á føroyingum.

Svartkjafturin og sildin á skránni

Nú samráðingarnar um makrelin eru av, fara partarnir í næstu viku at samráðast um sild og svartkjaft.

Har er eingin semja, men ICES mælir til at minka veiðuna eftir sild við 15 prosentstigum, niður í 547.000 tons næsta ár.

Betri stendur til við svartkjaftinum, og har mælir ICES til at økja veiðuna við trimum prosentstigum, upp í eina millión og 388.000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735