Japanar svika við stáli, aluminium og kopari

Japanar svika við stáli, aluminium og kopari
Hava selt falsaða vøru bæði til flogverksmiðjur og bilverksmiðjur kring heimin
bæði flogverksmiðjur og bilídnaðurin hevur keypt stál frá stálsmiðjuni
 
15.10.2017 - 18:10

Triðstørsta stálverkið í Japan, Kobe Steel, hevur falsað við góðskuni á stáli, kopari og á aluminium, og felagið er komið í satt ódnarveður, tí vøran verður seld bæði til flogverksmiðjur og til bilverksmiðjur kring heimin.

Avdúkingin hevur havt við sær, at virðið á fyritøkuni er fallið niður í næstan einki. Nógvar stórar fyritøkur kring heimin hava keypt vøruna frá japanska stálverkinum, m.a. Boeing og Airbus, sum gera flogfør og bilfyritøkurnar, General Motors, Tesla og franska bilfyritøkan, PSA.

Stjórin í fyritøkuni, Naoto Umehara, hevur viðgingið, at virðingin fyri fyritøkuni er fallin niður í einki. Hann hevur eisini viðgingið, at fyritøkan hevur selt stál, aluminium og kopar til minst 200 fyritøkur kring heimin, vørur sum eru nýttar bæði í flogførum og í bilum.

Tíðindini um gøluna fóru at ganga, tá japanska bilfyritøkan, Nissan, noyddist at kalla aftur 1,2 milliónir bilar, tí teir vóru góðskukannaðir av fólki, sum ikki høvdu skil fyri tí sum tey fingust við, skrivar blaðið, Financial Times.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493