Fæst fiskiloyvi kunnu kvotur flytast til næsta ár

Fæst fiskiloyvi kunnu kvotur flytast til næsta ár
Reiðarí kunnu goyma sild og svartkjaft til 2018, men treytin er, at fiskiloyvi fæst eftir nýggju lógini.
Skip sleppa at landa sild og makrel uttanlands, uttan at gjalda landskassanum tvær krónur fyri kilo, ti virkini í Føroyum eru færri nú.
 
01.11.2017 - 07:19

Treytin fyri at flyta sildakvotur og svartkjaftakvotur til næsta ár er, at løgtingið samtykkir fiskivinnunýskipanina, so hon kann koma í gildi á nýggjárinum.
Og bara tey, sum fáa fiskiloyvi eftir nýggju lógini, kunnu brúka flutta kvotu í 2018.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, boðaði frá í gjár, at til ber at flyta kvotu av norðhavssild og svartkjafti, sum ikki verður fiskað í ár, til næsta ár.
Upp til ein fjórðing av sildakvotuni kann flytast, og tíggju prosent av svartkjaftakvotuni.

Talan er um kvotur, sum skipini hava fingið frá landinum, og um kvotur, sum reiðaríini hava keypt á uppboði. 

Løgtingið skal tó fyrst góðkenna, at keyptar kvotur kunnu flytast millum ár.

Avreiðingargjald strikað

Landsstýrismaðurin skjýtur eisini upp, at avreiðingargjaldið, sum er tvær krónur fyri kilo, verður strikað fyri sild og makrel, sum verður landaður uttanlands. Uppskot um hetta er sent løgtinginum.

Hetta verður gjørt, tí móttøkuorkan í Føroyum er minni, nú einki virki er á Tvøroyri.

Gjaldið skal strikast tann dagin, uppskotið verður lagt fram í tinginum.

Veiðigjaldið

Veiðigjaldið fyri eginkvotur, sum verða fluttar, verður sambært lógini um veiðigjald í 2018. Tað uppskotoð verður sent til hoyringar í vikuni, sigur Høgni Hoydal.

Veiðigjald verður ikki lagt á rættindi, sum eru keypt á uppboði. 

Ikki er greitt, nær Vinnunevndin kemur við sínum áliti um uppskotið um lógina um fyrisiting av sjófeingi, sum fiskivinnunýskipanin eitur.

Vinnunevndin hevur framvegis innkallingar. Mánadagin eru umboð fyri býráðini í Klaksvík, Eysturkommuna, Fuglafirði, Runavík og á Tvøroyri biðin um at koma á fund við Vinnunevndina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162