Norðmenn finnast hvassliga at føroyskum skipum

Norðmenn finnast hvassliga at føroyskum skipum
Norskir reiðarar finnast hvassliga at uppsjóvarskipunum í Føroyum, tí hesi eftir teirra tykki fiska ábyrgdarleyst. Tað skrivar Fiskeribladet.
 
04.11.2017 - 10:22

Føroysk skip fiska frítt eftir uppsjóvarfiski. Kortini megna teir ikki at fiska kvoturnar upp, sum føroysku myndugleikarnir hava givið teimum, sigur stjórin í Fiskebåt, Audun Maråk.

Hann sigur, at meðan norsku uppsjóvarskipini fiska ein triðing av árinum, fiska føroysku uppsjóvarskipini alt árið. Orsøkin er, at kvoturnar eru so stórar, at uppsjóvarflotin í Føroyum hevur ilt við at fiska tær upp.

- Kvoturnar hjá teimum hava ikki festi í nøkrum veruleika. Teir fiska so nógv, sum teir kunnu, og senda rokningina til tey londini, sum ikki lata síni fiskiskip bera seg at á sama hátt, sigur Audun Maråk. 

Hann heldur, at uppsjóvarskipini í ES og í Norra kundu havt fiskað nógv meira av uppsjóvarfiski, um tey fingu sama møguleika.

Audun Maråk sigur, at norðmenn hava rætt til nærum 80% av norðhavssildini, 35 prosent av makrelinum og næstan 30 prosent av svartkjaftinum, men hetta svarar ikki til tey rættindini, sum Norra hevur fingið í samráðingunum.

Norra átti at farið nógv harðligari fram.

- Vit eiga at royna at finna loysnir við samskifti á mest møguliga vísundaliga grundarlagnum og við reiðiligum og sakligum grundgevingum. Tíverri hava royndirnar víst, at góðar grundgevingar ofta ikki eru nóg mikið, sigur formaðurin í Fiskebåt. 

Hann vísir á, at onnur strandalond, t.d. Ísland og Føroyar hava brúkt aðrar hættir at fáa stórar partar, og tað er við at krevja og fiska mest møguligt. Hetta hevur Ísland gjørt, og Føroyar hava seinastu árini valt somu framferð.

Audun Maråk sigur, at Norra eigur at tora betri at fara undir eitt stríð við hini strandalondini fyri at fáa meira í sín part.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376