Kjarnorkulond ikki við til Nobelhandan

Kjarnorkulond ikki við til Nobelhandan
Tá friðarheiðursløn Nobels í næstum verður handað í Oslo, vera stóru londini sum hava kjarnorkuvápn, USA, Bretland og Frakland, ikki umboðað
 
04.12.2017 - 11:49

Tað hava sendistovurnar hjá londunum í Oslo boðað frá.

Í ár er tað felagskapurin, sum arbeiðir fyri at beina fyri øllum kjarnorkuvápnum, Ican, sum fær friðarheiðurslønina. Og tað er júst framferðin hjá Ican, sum fær tey trý kjarnorkuveldini at halda seg burtur, tí arbeiðið er ikki í tráð við gongdina í heiminum, siga londini.

Kjarnorkuhóttanin er álvarsligari nú, enn hon hevur verið í nógv ár, serliga eftir at Norðurkorea hevur sprongt fleiri rakettir og sigur seg vera ført fyri at senda rakettir, sum kunnu raka USA, og at tær eru løddar við kjarnorku.

Orðadrátturin ímillum USA og Norðurkorea herðist, og í farnu viku segði ST sendiharrin hjá USA, Nikki Haley, at Norðurkorea verður lagt í oyði, um kríggj brestur á.

Hóast spenningurin er stórur, so fer amerikanski sendiharrin ikki til hátíðarhaldið í Oslo, men onkur annar fer at umboða landið, sigur amerikanska sendistovan í Oslo.

USA sigur seg taka undir við at minka um kjarnorkuvápnini í heiminum, men landið er ikki nøgt við, at Ican fær heiðurslønina, samstundis sum kjarnorkuspenningurin í heiminum økist.

Bretland hevur eisini boðað frá, at bretski sendiharrin í Noreg ikki verður við til hátíðarhaldið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132