Sólorka enn bíligari

Sólorka enn bíligari
Prísurin á sólorku er minkaður við eini helvt seinastu trý árini, og eingin onnur vøra er lækkað so nógv í prísi
 
05.12.2017 - 09:58

Útlit eru eisini fyri, at prísurin fer at lækka við enn einari helvt næstu trý árini. Tað segði formaðurin í altjóða orkustovninum, IEA, Fatih Birol, tá hann herfyri helt fyrilestur fyri oljuvinnnuni í Noreg.

Kina er frammarlaga, tá talan er um sólorku, bæði at býta orkuna og at menna útgerð til orkuna. Kina ger nú 6 av 10 sólpanelum, sum verða framleidd, segði hann.

Hann legði dent á, at stóri áhugin fyri sólorku stavar frá, at hon er bílig, og ikki fyri at verja náttúruna.

Hann segði eisini, at sólorka nú er bíligasta orkukeldan í nøkrum londum.

Hann segði samstundis, at broytingar fara at henda. Millum annað fer USA at broyta seg frá at vera størsti innflytari av olju til at vera størsti útflytari av orku. Eingin ivi er um, at fremsta orkukeldan í framtíðini verður el.

Altjóða orkustovnurin sigur seg rokna við, at vindorka fer at mennast nógv, og hon kemur serliga frá vindmyllum sum standa í sjónum. Í 2030 verður vindorka størsta orkukeldan í Europa, roknar IEA við.

Hóast góð útlit eru fyri bæði sól- og vindorku, so siga serfrøðingar seg ikki ivast í, at brúk verður fyri hvørjum dropa av olju, sum er til taks, tí enn er langt á mál við øðrum orkukeldum, tá talan er um flutningsvinnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070