Semingsstovnurin einki frætt frá pørtunum

Semingsstovnurin einki frætt frá pørtunum
Semingsstovnurin hevur ongar ætlanir um at kalla Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar til fundar, nú pedagogarnir herða verkfallið
 
14.12.2017 - 09:03

Semingsstovnurin hevur ongar ætlanir um at kalla Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar, t.e. Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, til fundar, nú Pedagogfelagið hevur avgjørt at herða verkfallið til eisini at fevna um allar limir, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og á sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur eisini lýst verkbann fyri námsfrøðingar og hjálparfólk á kommunalu dagstovnunum og í dagrøktarskipanum klokkan sjey í morginári.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at Semingsstovnurin hevur onga ábending fingið um, at støðan er broytt.

- Semingsstovnurin hevur einki frætt frá pørtunum, síðani teir vrakaðu semingsuppskotið leygarkvøldið, sigur hann. 

Og Semingsstovnurin fer ikki at taka nøkur stig, fyrr enn hann hevur fingið betri grundarlag at kalla partarnar saman. 

- Partarnir vita, at teir kunnu altíð ringja til Semingsstovnin, um teir hava okkurt nýtt at leggja á borðið, sigur Terje Sigurðsson. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938