Her er niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrættinum

Her er niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrættinum
Fráboðaða verkfallið hjá pedagogunum er óheimilað
 
15.12.2017 - 19:59

Her er niðurstøðan hjá Gerðarrættinum:

Fasti Gerðarrættur hevur viðgjørt málið sum skundmál samsvarandi § 8, stk. 5 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt. Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um herdi arbeiðssteðgurin, sum Føroya Pedagogfelag lýsti við fráboðan tann 13. desember 2017, er eitt óheimilað stríðsstig, við tað at FMR metir, at nøktandi viðgerð av undantøkum ikki er farin fram, og nøktandi avtala um undantøk ikki er gjørd.

Sambært fyrsta og øðrum punktum í stykki 5 í avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist frá 15. januar 2014, hava partarnir bundið seg til at gera eina avtalu um møgulig undantøk í samband við arbeiðssteðg. Sjálvt um tað ikki hevur eydnast pørtunum at gera eina avtalu, metir Fasti Gerðarrættur ikki, at tað í sær sjálvum kann føra við sær, at arbeiðssteðgurin verður óheimilaður. Innihaldið av tí avtalu, sum partarnir sambært stykki 5 í avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist eiga at gera, má metast at vera ein áhugaósemja.

Í síðsta punktum í stykki 5 metir Fasti Gerðarrættur tó, at Føroya Pedagogfelag hevur bundið seg til, at geva ítøkilig undantøk fyri stovnar ella fyriskipanir, har brúkarin kann verða til vanda fyri lív ella heilsu hjá sær sjálvum ella øðrum, um neyðug námsfrøðilig hjálp ikki verður veitt. Fasti Gerðarrættur metir, at undantøk eiga at verða givin og kunngjørd í seinasta lagi samstundis sum arbeiðssteðgur verður lýstur á hesum øki, við tað at fráboðanin sambært stykki 3 greitt skal siga frá, hvønn arbeiðssteðg talan er um, og hvussu víðfevndur arbeiðssteðgurin er.

Føroya Pedagogfelag hevur við fráboðanini tann 13. desember 2017 lýst verkfall fyri allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum. Hóast tað í hesum øki eru stovnar, sum mugu metast at hoyra undir í stykki 5, síðsta punktum, í avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist, hevur Føroya Pedagogfelag hvørki í samband við fráboðanina ella seinni greitt givið boð um, hvørt undantøk verða givin ella hvørji undantøk verða givin.

Fasti Gerðarrættur metir, at hóast undantøkini eftir stykki 5, síðsta punktum, ikki eru nærri avtala partanna millum, so hevur Føroya Pedagogfelag eftir stykki 5, síðsta punktum, skyldu til at geva undantøk og ítøkiliga meta um tey, út frá teimum atlitum, sum verða nevnd í stykki 5, síðsta punktum.

Føroya Pedagogfelag átti tí í samband við, at tey lýstu herda verkfallið, ítøkiliga at havt viðgjørt tørvin á undantøkum. Somuleiðis skuldi greitt verið fráboðað Fíggjarmálaráðnum, hvørji undantøk fóru at verða givin, so at Almannaverkið kundi fyrihalda seg til støðuna og leggja arbeiði til rættis undir arbeiðssteðginum.

Fráboðaða verkfallið - uttan ítøkiliga mett og greitt fráboðað undantøk - er tísskil óheimilað.

Niðurstøða:

Fráboðaða verkfallið frá Føroya Pedagogfelag fyri allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum, er óheimilað, tí at tað ikki í seinasta lagi samstundis eru givin ítøkiliga mett og greitt fráboðað undantøk sambært avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist, stykki 5, síðsta punktum.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.

Hanna Vang, Durita Tausen og Eyðstein Djurhuus hava skrivað undir niðurstøðuna hjá Fasta Gerðarrættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981