Gera nú rundkoyringina

Gera nú rundkoyringina
Tunnilsliðið hjá NCC hevur borað góðar tríggjar kilometrar av Eysturoyartunlinum, og nú tekur rundkoyringin skap
Rundkoyringin í Eysturoyartunlinum byrjar at taka skap
Mynd: NCC i Norge  
 
20.12.2017 - 14:27

Fyri umleið einum ári síðani byrjaði arbeiði við Eysturoyartunlinum, ið knýtir Streymoynna og Eysturoynna saman. 

Í dag eru góðir 1.454 metrar boraðir á Hvítanesi og 1.605 metrar á Strondum. Ætlanin er, at tunnilin skal verða liðugur í 2020, og tá verður tunnilin góðar 11 kilometrar langur. 

Í síðstu viku byrjaði spreingingin við rundkoyringina á Eystursíðuni. Tað er eisini rundkoyringin, ið ger arbeiði serstakt, tí tað er sjáldsamt at gera rundkoyringar í tunlum. Hetta tí at 12.000 kubikmetrar av fjalli skulu spreingjast og burturbeinast, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá NCC. 

Fyri nøkrum døgum síðani legði NCC i Norge eina mynd út Facebook-vanga felagsins, har tað ber til at síggja, hvussu arbeiði við rundkoyringini er byrjað. 

Til ber eisini at síggja fleiri myndir frá boringini á Facebook-vanganum hjá NCC í Norra. Finn vangan her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329