Fótbóltsleikari forseti í Liberia

Fótbóltsleikari forseti í Liberia
Fyrrverðandi fótbóltsleikarin, George Weah, er nýggjur forseti í Liberia.
 
29.12.2017 - 08:35

Tað er greitt, eftir úrslitið av forsetavalinum.

Weah var í 1995 kosin besti fótbóltsleikari í heiminum og spældi millum annað við Milan í Italia.

Hann stillaði upp móti sitandi varaforsetanum Joseph Boakai.

George Weah tekur við eftir Ellen Johnson Sirleaf, ið var fyrsta fólkavalda kvinna í Afrika, sum gjørdist forseti

Ellen Johnson Sirleaf fekk friðarheiðursløn Nobels í 2011.

Hetta er fyrstu ferð í meira enn 70 ár í Liberia, at ein fólkavald stjórn tekur við eftir eina aðra fólkavalda stjórn, siga /ritzau/ og Reuters tíðindastovurnar.
 
Frá 1989 til 2003 vórðu nærum 250.000 fólk dripin í borgarakríggi í Liberia, sum seinni eisini varð rakt av herviligu ebola sjúkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776