Palestina tekur sendimann heim

Palestina tekur sendimann heim
Palestinski sendimaðurin í Amerika skal koma heim, sum mótmæli av avgerðini hjá Donaldi Trump at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels
 
01.01.2018 - 17:00

Palestinsku myndugleikarnir hava boðað frá, at sendimaður teirra í USA er boðsendur at koma heim. Tað verður gjørt fyri at mótmæla avgerðini hjá Donaldi Trump, forseta, at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels. 

Samstundis boðaði palestinski forsetin Mahmoud Abbas frá, at hann ikki fer at góðtaka nakra amerikanska friðarætlan eftir viðurkenning amerikanska forsetans av Jerusalem sum høvuðsstaði Ísraels.

Eftir fráboðanina hjá Mahmoud Abbas gjørdist aftur ófriðarligt í Gaza geiranum.

Tilsamans hava trettan palestinar latið lív í ófriði eftir fráboðanina hjá Donaldi Trump, forseta. Teir flestu í samanbrestum við ísraelskar trygdardeildir.

ST aðalfundurin hevur samtykt eina áheitan á USA um at ganga frá avgerðini at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels.

Ísrael tók eystara part av Jerusalem í krígnum við arabisku grannalondini í 1967. Ísrael sigur seg ongantíð fara at góðtaka annað enn, at býurin verður verandi ísraelskur - allur, sum hann er.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763