Norður- og Suðurkorea hittast

Norður- og Suðurkorea hittast
9. januar verður fundur á hægsta stigi millum Norður- og Suðurkorea.
 
05.01.2018 - 09:59

Fundurin er ein roynd at bøta um spentu viðurskiftini, landanna millum.

Sambært suðurkoreansku stjórnini hevur Norðurkorea góðtikið innbjóðingina, og tí verður fundurin veruleiki. 

Eitt punkt á skránni fyri fundin verður norðurkoreanska luttøkan til komandi vetrar-OL í Suðurkorea. Olympisku vetrarleikirnir verða hildnir í býnum Pyeong-Chang 9. til 25. februar.

Fyrr í vikuni lat Norðurkorea uppaftur eina samskiftislinju til Suðurkorea - linjan hevur annars verið stongd í áravís.

Í gjár avtalaðu suðurkoreanski forsetin, Moon Jae-in, og amerikanski forsetin Donald Trump, at útseta stórar, felags hernaðarvenjingar til aftaná olympisku vetrarleikirnar. 

Felags amerikansku og suðurkoreansku hernaðarvenjingarnar í økinum hava javnan fingið øði í norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590