Útnorðurráðið vil steðga rúsevnunum í Arktis

Útnorðurráðið vil steðga rúsevnunum í Arktis
Ætlar at fara í samstarv við íslendskan stovn um verkætlanina
 
31.01.2018 - 09:25

Íslendski hátturin at fyribyrgja, at ung brúka rúsevni, skal brúkast á allari norðurpólsleiðini, í Arktis.

Útnorðurráðið hevur á fundi sínum í Grønlandi gjørt yvirlýsing saman við The Iceland Centre for Social Research and Ana-lysis um verkætlan, sum skal byrgja fyri, at ung í Arktis brúka rúsevni.

Útnorðurráðið gjørdist eygleiðari í Arktiska ráðnum í mai í fjør.

Tá avgjørdi ráðið at leggja dent á vælferðina hjá fólkinum í Arktis.

Ísland dugir

Íslendski hátturin at fyribyrgja rúsevnanýtslu gevur úrslit og verður nú eisini brúktur í øðrum londum.

Fyri at fyribyrgja rúsevnisnýtslu er neyðugt fyrst at skráseta, hvussu stór, hon er. 

Og tað er júst ætlanin við samstarvinum millum Útnorðurráðíð og íslendska stovnin.

Útnorðurráðið fer nú at leggja yvirlýsingarætlanin fyri arbeiðsbólkin hjá Arktiska ráðnum, sum fæst við burðardygga menning.

Verkætlanin umfatar bæði rúsdrekka, rúsevni og tubbak.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858